Tíðindi

Sunnukvøldið 25. februar Svein, Eyðfinn og Arne

Sunnukvøldið 25. februar kl.18 kemur Svein í Prestgarði at syngja. Eisini koma norðingarnir Arne Simonsen og Eyðfinn Reyðberg at tala. Øll eru hjartaliga vælkomin.

24. feb. 2024  |  Tíðindi

Kvinnumøti mánakvøldið 19. februar - Grace talar og Erla við bólki syngja

Mánakvøldið 19. februar kl. 20 er kvinnumøti í Ebenezer. Allar kvinnur, yngri sum eldri, eru vælkomnar. Vit gleða okkum at hoyra Grace Au Ragnarsson tala um evnið: "Sabbatshvíla og...

17. feb. 2024  |  Tíðindi

Sunnukvøldið 18. februar - Temakvøld: at virða Guds skapanarverk

Hjartaliga vælkomin á møti sunnukvøldið 18. februar kl. 18. Sámal Mikkelsen úr Klaksvík talar um evnið: at virða Guds skapanarverk. Eisini syngur Betesdakórið á møtinum....

17. feb. 2024  |  Tíðindi

Ung luttaka og vitnisburður á møtinum 11. feb.

Á møtinum sunnukvøldið 11. februar luttaka ung við sangi og vitnisburði. Eisini verður høvi at hava ein stuttan vitnisburð á møtinum.

10. feb. 2024  |  Tíðindi

Bønarløtan fyri februar

Bønarløtan fyri februar er komin. Les hana her ella tak hana niður. Bønarløtan februar 2024Tak niður

31. jan. 2024  |  Tíðindi

Sunnukvøldið 4. februar - Cafébólkurin og Jákup Hansen

Á møtinum sunnukvøldið 4. februar kl. 18 fáa vit vitjan av Cafébólkinum. Jákup Hansen úr Søldafirði talar. Øll eru hjartaliga vælkomin í Ebenezer at hoyra góðan sang og boðskap....

31. jan. 2024  |  Tíðindi

Sunnukvøldið 28. jan. - Vitjan úr Betesda

Á møtinum sunnukvøldið 28. jan. kl. 18 fáa vit vitjan úr Betesda í Klaksvík. Karstin Hansen og aðrir koma at tala, og sangbólkurin Vitin kemur at syngja.

25. jan. 2024  |  Tíðindi

Sunnukvøldið 21. jan. - Passa søgurnar um Jesus?

Á møtinum sunnukvøldið 21. januar verður tema við heitinum: "Passa søgurnar um Jesus?" Tað er Niels Pauli Nónstein, ið kemur at greiða frá, hvussu søguliga álítandi evangeliini eru...

20. jan. 2024  |  Tíðindi

Samkomulegur í Zarepta

Skipað verður fyri tveimum Ebenezer-samkomulegum í Zarepta í ár. Legurnar fara at líkjast, og vónandi verður pláss fyri øllum í samkomuni, sum ynskja at koma á legu - barnafamiljum...

7. jan. 2024  |  Tíðindi