Bíbliuskeið um Jónasarbók

9. nov. 2026 | Tíðindi

Tvey fylgjandi mikukvøld í november verður bíbliuskeið um Jónasarbók í Ebenezer.

Niels Pauli Nónstein undirvísir.

Bíbliuskeiðið, sum verður á ovastu hædd í Ebenezer, varðar í 45 minuttir og byrjar kl. 21.00.

Mikukvøldið er eisini bønar- og uppbyggingarmøti og drekkamuður í niðara sali. Til ber at koma til øll trý, til drekkamunn og bíbliuskeið ella bert til bíbliuskeiðið.

Fyrri undirvísingartími verður 11. november og seinni 18. november.