Samfelagsstevnan 2026

31. okt. 2026 | Samfelagsmøtir

Vit eru Harranum takksom fyri, at vit aftur í ár kunnu bjóða tykkum til samfelagsstevnu í Ebenezer.   

Um Gud vil, verður byrjað við bønamøti mikukvøldið 4. november kl. 20, og møtini halda fram til sunnukvøldið 8. november.

Heitið á samfelagsstevnuni í ár er: ”Eg skammist ikki við evangeliið” Róm. 1:16.

Undirevni eru:

Í Ebenezer

Stevnan byrjar mikukvøld 4. november 2026 við bønarmøti í Ebenezer kl. 20.00. Møtini halda á hósdag kl. 10, kl. 16 og kl. 20, og síðani fríggjadag kl. 10 og kl. 15 í Ebenezer.

Minnismáltíð Harrans sunnumorgun kl. 11 verður eisini í Ebenezer.

Innsavningin sunnumorgun fer í ár til Kristnastovu. Fyri at geva so mongum sum gjørligt høvi at stuðla, er eisini møguligt at flyta pening á kt. nr. 9181-495.323.3.

Við Tjarnir

Møtini fríggjakvøldið, leygardagin, sunnudagin seinnapart og sunnukvøldið, umframt sunnu­dags­skúlin sunnudagin kl. 12.30, verða Við Tjarnir. Ungdómsmøtini fríggjakvøldið og leygar­kvøldið verða eisini Við Tjarnir.

Nátturði sunnukvøld

Borðreitt verður við smurdum breyði millum møtini sunnudagin seinnapart.

Stroyming

Hesi møtini verða stroymd:

Fríggjakvøld kl. 19.00 og kl. 21.30 (ungdómsmøti)

Leygardag kl. 15.00, kl. 19 og kl. 21.30 (ungdómsmøti)

Sunnudag: 12.30 (sunnudagsskúli) og kl. 16.00 og kl. 19.00

Teknmálstulking

Fríggjakvøld kl. 19

Leygarkvøld kl. 19

Sunnudag kl. 16 og kl 19

Umseting til enskt

Fríggjakvøld kl. 19.00 og kl. 21.30

Leygarkvøld kl. 19.00 og kl. 21.30

Sunnukvøld kl. 19.00

Barnaansing

Barnaansing verður fyri børn í triðja flokki í Villingasali til hesi møtir:

Leygarkvøld kl. 19.00

Sunnudag kl. 16.00

(


Skráin fyri stevnuna er henda:

Mikukvøldið 4. nov:
Kl. 20 Bønamøti (Ebenezer)

Hósdagin 5. nov:
Kl. 10 Uppbyggingarmøti (Ebenezer)
Kl. 16 Uppbyggingarmøti (Ebenezer)
Kl. 20 Evangeliskt møti (Ebenezer)

Fríggjadagin 6. nov:
Kl. 10 Uppbyggingarmøti (Ebenezer)
Kl. 15 Uppbyggingarmøti (Ebenezer)
Kl. 19 Evangeliskt møti (Høllin við Tjarnir)
Kl. 21:30 Ungdómsmøti (Høllin við Tjarnir)

Leygardagin 7. nov:
Kl. 13:30 Visjónsfundur (Høllin við Tjarnir)
Kl. 15 Møti fyri øll ættarlið (Høllin við Tjarnir)
Kl. 19 Evangeliskt møti (Høllin við Tjarnir)
Kl. 21:30 Ungdómsmøti (Høllin við Tjarnir)

Sunnudagin 8. nov:
Kl. 11 Breyðbróting (Ebenezer)
Kl. 12:30 Sunnudagsskúli (Høllin við Tjarnir)
Kl. 16 Uppbyggingarmøti (Høllin við Tjarnir)
Kl. 17.30-18:30 Nátturði (Høllin við Tjarnir)
Kl. 19 Evangeliskt møti (Høllin við Tjarnir)

Øll eru hjartaliga vælkomin