Bíbliuskeið og undirvísing er fyri tey, sum ynskja at fara í dýpdina í einum evni í Bíbliuni.

Bíbliuskeið

3-4 mikukvøld á rað nakrar ferðir gjøgnum veturin verður eitt evni gjøgnumgingið.

Bíbliuskeiðini eru ávísar mikukvøld kl. 21. Tú kanst koma beinleiðis til Bíbliuskeiðið, ella taka Bønar- og uppbyggingarmøti kl. 19:30 við eisini.

Lýst verður á heimasíðuni nær Bíbliuskeiðini eru og hvat tey eru um.

Bíbliuundirvísing

Nakrir leygardagar gjøgnum veturin verður farið gjøgnum eina ella fleiri bøkur í Bíbliuni.

Undirvísingin er ávísar leygardagar kl. 11:00-13:30.

Lýst verður á heimasíðuni nær undirvísingin er og hvat tað er um.