TeenNight byrjar aftur

17. sept. 2026 | Uncategorized

TeenNight byrjar aftur fríggjakvøldið 18. sep. kl. 19.00 í Ebenezer. Vit gleða okkum at bjóða bæði nýggjum og kendum andlitum vælkomnum.

TeenNight er eitt ungdómstilboð í Ebenezer, har ung savnast til eitt gott og hugnaligt kvøld saman. Vit hugna okkum við borðspølum og einum góðum drekkamunni. Eisini er ein stutt andakt. TeenNight er fyri ung frá 6. flokki og upp eftir.

Øll ung eru hjartaliga vælkomin!