Liz og Ragnar vitja á miðmøtinum

5. sept. 2026 | Tíðindi

Á miðmøtinum í Ebenezer sunnudagin kl. 12.00 fara Liz og Ragnar Niclasen at greiða frá síni tænastu fyri HARRAN á Filipsoyggjunum. 

Liz og Ragnar Niclasen virka sum trúboðarar á Filipsoyggjum, men í september mánað vitja tey  heima í Føroyum.

Sunnudagin verða tey í Ebenezer og greiða frá tænastuni, tey standa í, har høvi eisini verður at heilsa uppá tey.

***

Ragnar Niclasen, sum er klaksvíkingur, fór í 1974 á bíbliuskúla hjá New Tribes Mission (NTM) í USA og helt síðan fram á trúboðaravenjingarskúla í Kanada. Har møtti hann konu síni, Liz, sum er úr Kanada. Haðani fóru tey í fulltíðartænastu fyri HARRAN sum trúboðarar hjá NTM á Filipsoyggjum.

Árini 2008 til 2014 arbeiddu tey hjá NTM í North Cotes í Onglandi.

Tá tíðin í Onglandi kom at enda, vóru tey komin til tann aldur har tað hevði verið náturligt at fyrireika seg til eina pensjónstilveru. Men tá fluttu tey aftur til Filipsoyggjarnar at virka ímillum ættarbólkin tey fyrr hava virka ímillum. Hesi árini hava tey verið við í arbeiðinum at uppafturprenta bíbliuna, ferðast ímillum samkomur at undirvísa og skriva og týtt lærutilfar, sum ættarfólkið sjálvi kunnu brúka.

Sostatt er meir enn hálv øld runnin, síðan Ragnar sum unglingi flutti heiman at útbúgva seg og síðan fór út í fulltíðar tænastu fyri HARRAN.

Liz og Ragnar Niclasen
Liz og Ragnar