Broyting í mikukvøldsmøtunum framyvir
4. sept. 2026 | TíðindiHereftir er bønar-/uppbyggingarmøti í Ebenezer mikukvøld kl. 19.30 – 20.30, eins og tað var í summar.
Á møtinum verður sangur, læra og boðskapur fyrra hálva tíman og bøn seinna.
Drekka er sum vanligt eftir møtið kl. 20.30
Sum nakað nýtt fara vit av og á, at skipa fyri bíbliuskeiðum eftir bønar- og uppbyggingarmøti. Ætlanin er at hava 4 ymisk evnir í vetur. Undirvíst verður í stovuni.
Tey verða mikukvøld frá kl. 21.00 – 21.45.
Fyrsta skeiðið verður mikukvøldið 16. september og tá er evnið á skeiðinum: Bíblian, og hetta kvøldið er tað um, hvussu bíblian varð samlað og varðveitt.