Ólavsøkan í Ebenezer - 2026
25. jul. 2026 | TíðindiVælkomin í Ebenezer á Ólavsøku 2026
Sunnukvøld 26. juli kl. 18.00
Møti har Svenning av Lofti og Hans Djurhuus tala, og Dia Hvannastein leiðir felagssangin saman við Inga á Smið, og Poul Dam spælir harmoniku og Finnur Marstein spælir klaver.
Sangfagnaður
Mánakvøld 27. juli kl. 19.00 Sangfagnaðarløta
við luttøku frá m.a. Magna Christiansen, Heine Lutzen og Svein í Prestgarði, Sámal Hanni og Krista Lognberg, Tey á Váli og unga kvinna Anna Lovisa Mýri.
Harmonikuvinir við teirra 10-15 harmonikum fara at seta dám á sangkvøldið við at spæla eina góða løtu áðrenn kl. 19.00 – umframt at spæla til allar felagssangirnar, sum verða stuðlaðir av manskórinum.
Endað verður við tjóðsanginum.
Útimøtir
Ólavsøkuaftan (týsdag) kl. 21.00 Útimøti á trappuni
Aftaná verður bjóða inn til ein drekkamunn í niðara sali í Ebenezer.
Ólavsøkudag (mikudag) kl. 21.00 Útimøti á trappuni
Aftaná verður bjóða inn til ein drekkamunn í niðara sali í Ebenezer.
Sloanssavn
Sloanssavn hevur opið kl. 16.00 til 18.00 Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag.
Øll hjartaliga vælkomin