
Summarskráin 2026
18. jun. 2026 | TíðindiSummarið er í hond, og hetta hevur við sær broytingar fyri ymisk tiltøk í Ebenezer, ímeðan onnur tiltøk eru óbroytt.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir ymisk reglulig tiltøk, men tað ber altíð til at kunna seg um tiltøk í Ebenezer við at hyggja í Kalendaran – Komandi tiltøk.
Ungdómsmøti: 18. juni er síðsta regluliga ungdómsmøti hóskvøld áðrenn summarferiuna. Men tey ungu taka lut í tiltakinum “Connect”, sum ung úr ymiskum samkomum skipa fyri í summar.
Fíggjadags Café: Hvønn fríggjamorgin kl. 10.00 til 12.00 er café í Ebenezer alt summar.
Minnismáltíð Harrans kl. 11.00 til 11.45 sunnumorgun heldur á alt summar. Eitt møti fyri tey trúgvandi har vit minnast Jesus, og tað sum Hann hevur gjørt fyri okkum.
Miðmøti er kl. 12.00 til 13.00 alt summar. Miðmøti er í stóra sali og er eitt møti fyri øll ættarlið.
Fyrsta hálva tíman syngja vit lovsong saman og hoyra ein stuttan boðskap ella ein vitnisburð. Kl. 12.30 fara børnini í sunnudagsskúla í niðara sali. Miðmøti heldur á fyri tey sita eftir og tey hoyra ein boðskap úr bíbliuni.
Eldru børnini kunnu sjálvsagt velja, um tey fara í sunnudagsskúla í niðara sali, ella um tey vera verandi í ovarasali, og hoyra ein boðskap úr Bíbliuni saman við teim vaksnu.
Miðmøti er liðugt kl. 13.00, samstundis sum felags sunnudagsskúlin í niðara sali.
Sunnudagsskúlin: Felags sunnudagsskúlin verður frá sunnudegnum 21. juni til sunnudagin 23. august. Hetta tíðarskeiðið fara vit ikki í flokkarnar.
Sunnudagsskúlin verður hvønn sunnudag alla summarferiuna, og byrjar í niðara sali kl. 12.30 við felagssangi, og síðani hoyra tey sum koma í sunnudagsskúla eina søgu. Sunnudagsskúlin er liðugur kl. 13.00 (samstundis sum miðmøti í ovarasali).
Sunnukvøldsmøti: Sunnukvøldsmøtini verða kl. 18.00 hvønn fyrsta sunnudag í mánaðinum í summar. Lýst verður nærri undan hvørjum møti.
Mikukvøldsmøti: Bønar- og uppbyggingarmøtini mikukvøld verða skipaði eitt sindur ørvísi í summar.
Frá 1. juli 2026 byrjar mikukvøldsmøti kl. 19.30 og er eftir ætlan liðugt kl. 20.30.
Fyrri hálvi tímin er settur av til læru og/ella ein uppbyggjandi boðskap, og seinni hálvi tímin er bønarmøti.
Umframt hesi tiltøk eru ymisk einstøk tiltøk og verða tey lýst í Kalendaranum – Komandi tiltøk.