Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

Samfelagsstevnan 2026 – “Eg skammist ikki við evangeliið”

4. november - 8. november

Vælkomin á samfelagsstevnuna 2026!

Heitið á stevnuni í ár er: Eg skammist ikki við evangeliið.

Hesi orðini standa fremst í Rómbrævinum. Har skrivar Paulus, at hann skammast ikki við boðskapin um Jesus, tí hesin boðskapur inniheldur eina guddómmiliga kraft, ið gevur øllum ævigt lív, sum trúgva á hann.

Nógv ymiskt er á skránni hesar dagarnar fyri børn, ung og vaksin. Fólk úr øllum landinum koma saman at hoyra Orð Guds boðað og at syngja saman. Ung og eldri luttaka við sangi, talu og vitnisburði; sunnudagin syngur stóra felagskórið, sum er mannað við fólki úr øllum landinum.

Vælkomin til møtini í Ebenezer og við Tjarnir!

 

Møtini verða hesi:

Mikukvøldið 4. nov:
Kl. 20 Bønamøti (Ebenezer)

Hósdagin 5. nov:
Kl. 10 Uppbyggingarmøti (Ebenezer)
Kl. 16 Uppbyggingarmøti (Ebenezer)
Kl. 20 Evangeliskt møti (Ebenezer)

Fríggjadagin 6. nov:
Kl. 10 Uppbyggingarmøti (Ebenezer)
Kl. 15 Uppbyggingarmøti (Ebenezer)
Kl. 19 Evangeliskt møti (Høllin við Tjarnir)
Kl. 21:30 Ungdómsmøti (Høllin við Tjarnir)

Leygardagin 7. nov:
Kl. 13:30 Visjónsfundur (Høllin við Tjarnir)
Kl. 15 Møti fyri øll ættarlið (Høllin við Tjarnir)
Kl. 19 Evangeliskt møti (Høllin við Tjarnir)
Kl. 21:30 Ungdómsmøti (Høllin við Tjarnir)

Sunnudagin 8. nov:
Kl. 11 Breyðbróting (Ebenezer)
Kl. 12:30 Sunnudagsskúli (Høllin við Tjarnir)
Kl. 16 Uppbyggingarmøti (Høllin við Tjarnir)
Kl. 17.30-18:30 Nátturði (Høllin við Tjarnir)
Kl. 19 Evangeliskt møti (Høllin við Tjarnir)

Lýsing

  • Byrjar: 4. november
  • Endar: 8. november