Ebenezerlegur í Zarepta
6. jan. 2026 | TíðindiSamkomulegurnar 2026
“Saman um evangeliið”
Jesus biður okkum boða evangeliið fyri øllum menniskjum. – Hvussu gera vit tað sum einstaklingar og samkoma í dag? Hetta verður evnið á legunum í ár.
Legurnar verða
Lega 1: 20. til 22. februar
Lega 2: 27. februar – 1. mars
Á skránni verða bíbliutímar, hugnaløtur, spøl o.a. (Seinna legan er meira rættað móti teimum ungu.)
Tilmeldingin letur upp sunnudagin 11. januar kl. 14.00, og er opin til sunnudag 25. januar.
Leinkja til tilmelding kemur her: www.ebenezer.fo