
Arbeiðið í Rumenia ber ríkan ávøkst
4. des. 2025 | TíðindiMikukvøldið 10. Desember hoyra vit um áralanga arbeiðið í Rumenia sum nú ber ríkan ávøkst.
Í nógv ár blivu klæði savnaði saman í Ebenezer, pakkaði, og ferðaðst varð úr Føroyum til Rumenia.
Klæðini blivu býtt út, saman við prædiku av evangeliinum, sum var týðandi partur av hesum ferðum.
Nógv fólk hava latið klæðir. Fleiri hava pakkað og sortera klæðini í Ebenezer. Og nøkur hava samskipa og ferðast til Rumenia.
Prædikarin 11.6 sigur so: Sáa sáð títt um morgunin, og lat ikki hondina hvíla, táið líður móti kvøldi! Tí tú veitst ikki, hvat ið fer at lukkast, hetta ella hitt, ella um báðir partar verða góðir.
Tað sást ikki ávøkstur av hesum arbeiðinum beinanveg. Men sum tíðin gekk, sóust spírar.
Beint eftir samfelagsmøtini í november ferðaðust Birgir Andreasen, Poul Jóhan Djurhuus og Svenning av Lofti til Rumenia, har teir vitjaðu fleiri av støðunum sum fyrr eru vitjaði.
Birgir sigur at hann mátti undrast á hvat Harrin ger í Rumenia. Arbeiðið ber nú ríkan ávøkst. Nógv fólk eru komin til trúgv, fleiri samkomur eru settar á stovn, samkomubygningar bygdir og tey trúgvandi eru eldhugaði í verkinum at prædika Kristus.
Kom í Ebenezer mikukvøldið 10. desember 2025 kl. 20.00 og hoyr meira um hvussu Gud hevur signað Rumenia.



