
Samfelagsstevnan 2025
28. okt. 2025 | SamfelagsmøtirTíðindaskriv
Árliga samfelagsstevnan hjá Ebenezer verður í døgunum 5.-9. november.
Byrjað verður í Ebenezer mikukvøldið kl. 20, og møtini hósdag og fríggjadag verða í Ebenezer.
Fríggjakvøldið verður flutt niðan í høllina við Tjarnir.
Heitið fyri stevnuna er ‘Søkið fyrst ríki Guds!’.
Í hesum ófriðarligu tíðum, har mong stúra, biður Jesus okkum søkja ríki Guds fyrst.
Á skránni verða møtir, evnistímar um missión, ungdómsmøtir, sunnudagsskúli, drekkamunnur og nátturði, framsýningar, bókaborð, spælistova fyri børn, barnaløta, felagssangur, talur, vitnisburðar, læra og kórsangur.
Eisini hava vit felagsskap hvørt við annað og njóta máltíðir saman.
Teknmálstukling verður til møtini leygardag kl. 15.00 og kl. 19.00.
Vit gleða okkum at síggja børn, ung, vaksin og eldri á samfelagsstevnuni 2025.
–

