
Christmas Child
25. okt. 2025 | TíðindiÁ møtinum kl. 12.00 sunnudagin 26. Oktober 2025 savna vit skógvaeskjurnar til Operation Christmas Child. 💝
Í ár fara eskjurnar úr Føroyum til Ukraina og Miðasia
Børnini hava brúk fyri heitum húgvum, hosum, vøttum o.l., so tað kemur væl við at fáa. Umframt heit pløgg, so eru eisini fleiri onnur hugskot til, hvat vit kunnu koyra í eskjurnar í faldarunum og á heimasíðuni www.christmaschild.fo.
Leggjast kann afturat, at umframt, at tað ber til at fylla eskjurnar við kærleiksgávum úr Føroyum, so ber eisini til at keypa eskjur online á heimasíðuni hjá Chritsmas Child.
Trýst á hesa leiknuna “Keyp skógvaeskjuna online”
Vit gleðast um stuðulin undanfarin ár, og vóna, at føroyingar aftur í ár vilja gleða børn við at senda skógvaeskjur fyltar við gávum. Fleiri av teimum børnunum, ið fáa eskjur, fáa helst onga aðra jólagávu, og hjá fleiri er tað helst fyrstu ferð, at tey fáa eina jólagávu.
Seinasta freist at lata eskjurnar inn í Ebenezer er 26. oktober 2025 á møtinum kl. 12.00.
Videobrotið niðanfyri lýsir væl hvussu eskjurnar verða brúktar at vísa børnum á Jesus Kristus, so tey kunnu trúgva á Hann og blíva frelst.
