
Jarðarferð - David Rodda
8. aug. 2025 | TíðindiLeygardagin 26. juli andaðist David Rodda, eisini nevndur Dubby. David var giftur við føroysku Annu Fuglø. Anna og David virkaðu í mong ár ímillum Saafi fólki í Senegal. Síðstu árini hava tey búð í Onglandi, haðani David er frá.
Jarðarferðin hjá David Rodda verður leygardagin 9. august kl. 10.30 í Scorrier Chapel, í Suður Onglandi.
Jarðarferðin verður eisini stroymd á appini Zoom og á stórskíggja í Ebenezer.
Vegleiðing at síggja stroymingina á Zoom:
Við telefon og paddum: Far inn á appina Zoom. (Appin kann takast niður á AppStore til Iphone og Google Play til Android). Vel síðani “Join Meeting” og brúka kotuna 262 362 32 67.
Við teldu: Trýst á hesa leinkju: https://zoom.us/j/2623623267. Neyðugt er at installera Zoom Worksplace.
Til ber at fara inn á Zoom áðrenn jarðarferðin byrjar (eisini dagin fyri), velja “Join”, so skuldi tú verið inni á Zoom-síðuni Scorrier Christian Fellowship.
Týdningarmikið er at tú sløkkir tina mikrofon pg kamera.
Myndina eigur Stephen Poulsen