Klæmint um Open Doors og Sálm 46 - mikukvøldið kl.20 Mikukvøldið, 14. juni kl. 20, er bønar- og uppbyggingarmøti. Klæmint Eliasen, umboðandi Open Doors, greiðir frá um trúgvandi, ið verða atsøkt. Eisini ber hann fram ein borðskap úr Sálmi 46. Øll eru hjartaliga vælkomin
Ungdómsmøti í Ebenezer - hvørt hóskvøld kl. 20 Hóskvøldið 15. juni er seinasta ungdómsmøti í ár. Á skránni verður hugni og ein tala frá Heina Ellingsgaard. Aftaná møtið verður ein góður drekkamunnur. Komið við og bjóðið einum vini við. Øll eru vælkomin.
Café fríggjamorgun er hvønn fríggjamorgun frá kl. 10.00 - 12.00. Á caféini savnast fólk til hugna, góða samveru og góðan mat. Eisini er viðhvørt ymiskt á skránni, so sum tónleikur og sangur. Øll eru hjartaliga vælkomin oman í Ebenezer hesa løtuna.
Jógvan Páll - á møtinum mikukvøldið kl. 20 Mikukvøldið, 21. juni kl. 20, er bønar- og uppbyggingarmøti. Jógvan Páll Sevdal úr Leirvík talar. Øll eru hjartaliga vælkomin.