Hvørja viku ber til at lata bakstur og aðrar vørur til summarlegurnar á Zarepta.
Mikudagar í summar kemur Zarepta-bilurin til Havnar. Bakstur og aðrar vørur kunnu latast inn í svarta húsið á Fløtum áðrenn kl 17:30 mikudagar.
Hesa viku ynskja tey at brúka allar køkurnar og bollarnar, sum kom vestur í síðstu viku. So fólk eru vælkomin at lata aðrar vørur – tað kann til dømis vera pasta, ketchup, kaffi, pálegg sjokuláta, havragrýn og sun lolly. Til ber eisini at lata pening til køkin á Zarepta á kontu: 6460 1566662.