Tilmelding til Ebenezerlegur í Zarepta
11. jan. 2026 | UncategorizedGóða samkoma,
Vit fara aftur komandi ár at hava tvær samkomulegur í Zarepta.
Evni á legunum verður “Saman um evangeliið”
Jesus biður okkum boða evangeliið fyri øllum menniskjum. – Hvussu gera vit tað sum einstaklingar og samkoma í dag?
Legurnar eru fyri okkum sum hava Ebenezer sum heimasamkomu og er endamálið at samansjóða ymisku ættarliðini í samkomuni, so vit koma at kennast betur. Tí vóna vit, at nógvar barnafamiljur, ung, vaksin, tilkomin og eldri melda seg til.
Legurnar koma at líkjast nógv. Tann fyrra hevur tó meiri fokus á smábarnafamiljurnar, meðan tann seinna hevur meira fokus á tey ungu. Øll eru tó vælkomin á ta leguna, sum passar teimum best og har verður nakað fyri øll.
Vit vóna eisini at síggja tey eldru í samkomuni til legurnar.
Legurnar verða í februar og mars 2026:
– Lega 1: 20-22. februar
– Lega 2: 27. februar til 1. mars
Tilmeldingin er opin frá í dag (11. januar) kl. 14 til og við sunnudagin 25. januar kl. 17. Tað er sostatt ikki “først til mølle”, men vit vóna at hava pláss fyri øllum. Svar uppá luttøku verður givið í seinasta lagi 25. januar.
Aftur í ár fara vit at gera gentukømur og dreingjakømur fyri børn sum eru nokk so javngomul.
Tey sum ynskja at hjálpa til, kunnu venda sær til Hellen Simonsen á telefon: 595829
Vinarliga
Hellen og Leivur
Noomi & Eli
Dora & Niels Pauli
Anna Maria & Heini