
Samfelagsstevnan Við Tjarnir
3. nov. 2025 | SamfelagsmøtirVælkomin til Samfelagsstevnua við Tjarnir 7. til 9. november 2025.
Heitið fyri stevnuna er ‘Søkið fyrst ríki Guds!’
Í hesum ófriðarligu tíðum, har mong stúra, biður Jesus okkum søkja ríki Guds fyrst. Hesi orð Jesusar úr Matteus ev. 6:33 hugsavna vit okkum um hesar dagar.
Á skránni verða møtir, seminar um missión, ungdómsmøtir, sunnudagsskúli, drekkamunnur og nátturði, framsýningar, bókaborð, felagssangur, talur, vitnisburðar, læra og kórsangur.
Teknmálstulking verður til møtini leygardag kl. 15.00 og kl. 19.00.
Møtini verða stroymd á www.ebenezer.fo
Vit gleða okkum at síggja børn, ung, vaksin og eldri á samfelagsstevnuni 2025.
