
Lær at siga bíbilusøgur
2. feb. 2026 | Uncategorized7. mars verður skeið við heitinum “Lær at siga bíbliusøgur”
Ynskir tú at duga betri at fortelja søgur úr Bíbliuni? – So er hetta eitt skeið fyri teg!
Bob Hartman er kendur frásøgumaður og barnabókahøvundur, ið hevur skrivað yvir 100 bøkur. Nú kemur hann til Føroya at undirvísa. Bob leggur serliga dent á at siga bíbliusøgurnar, so at børn skilja sannleikarnar um Gud. Bob hevur drúgvar royndir at undirhalda børnum og vaksnum kring heimin við góðum bíbliusøgun.
Skeiðið er fyri øll, ið eru áhugað, sunnudagsskúlalærarar, lærarar, foreldur, ung sum eldri. Skeiðið er eisini hent hjá teimum, sum undirvísa vaksnum.
Bob sigur, at við hesum skeiðinum kanst tú við sannføring fortelja Guds søgur á ein nýggjan og spennandi hátt.
Á skránni er undirvísing, praktisk venjing, sangur og samvera.
Alt skeiðið við mati er ókeypis, og øll eru vælkomin.
Skeiðið verður í Ebenezer 7. mars kl 10:00 til 17:00. Byrjað verður tó við drekkamunni kl. 9:30
Tilmelding er neyðug, so vit vita hvussu nógvan mat vit skulu gera.
Vinarliga tilmelda teg her.