Jesu líðingarsøga í KVF

16. apr. 2025 | Tíðindi

Um páskini sendir útvarpið hjá Kringvarp Føroya hoyrispæl um Jesu líðingarsøgu.

Hoyri spæli er í trimum pørtum, og verður sent hesar tíðir:

Partur 1: Skírishósdag kl. 10:05 – 10:50 Jesu líðingarsøga (1:3)
Hoyrispæl, fyrsti partur av trimum pørtum. Absalon Absalonsen hevur lagt til rættis.

Partur 2: Langa Fríggjadag kl. 10:05 – 10:50 Jesu líðingarsøga (2:3)
Hoyrispæl annar partur av trimum pørtum. Absalon Absalonsen hevur lagt til rættis.

Partur 3: Langa Fríggjadag kl. 18:17 – 19:02 Jesu líðingarsøga (3:3) (e)
Hoyrispæl triðji partur av trimum pørtum. Absalon Absalonsen hevur lagt til rættis.