Høvuðsreingerð í Zarepta 2026

20. mar. 2026 | Uncategorized

30. mars til 14. apríl verður Zarepta vaskað upp og niður.

Samkomurnar hava hvør sítt øki at vaska. Vit í Ebenezer hava, eins og undanfarin ár, salin og tað sum er inni í salinum, gongina uttanfyri salin, trappurnar, vesi og vaskirúmið undir trappuni og gongina niðriundir yvir til niðaru lon. Tað er nógv tilsamans, men um fleiri fara vestur er tað 1-2-3 🙂

Zarepta er opið frá morgni til myrkurs. So tá tað liggur fyri, kunnu fólk fara vestur. Gott um nógv fáa sett eina løtu av og koma vestur at vaska.

Tit kunnu skriva á tekningina, sum hongur í gongin í Zarepta, hvat tit hava vaskað, tá tit eru liðug.

Hava tit spurningar kunnu tit ringja til Báru V. Skorá tlf 224948.