lagt út 31. mai
Ein av okkara evangelistum talaði á einum fróðskaparsetri. Hann royndi at vinna studentarnar fyri Kristus, men teir hildu lítið um tað, ið sagt varð, og settu seg ímóti tí. Serliga var tað ein ung genta, sum einki vildi vita av hesum, og sum segði: “Eg trúgvi ongum, sum tú segði.”
Hann svaraði: “Tað var harmiligt at hoyra, at tú ikki trýrt, men gevur tú mær loyvi at biðja fyri tær?”
“Eingin hevur nakrantíð biðið fyri mær,” segði hon, “men tað man ikki kunna gera nakað, hugsi eg.”
Hann bendi høvdinum framyvir og fór at biðja. Hon stóð og stardi beint fram fyri seg. Men knappliga varnaðist hon, at tár runnu oman eftir kjálkunum á honum, meðan hann bað. Tá hann hugdi upp, græt hon. “Eingin hevur felt eitt tár fyrr fyri meg í mínum lívi,” segði hon. Tey settust á ein bonk, og gentan tók ímóti Jesusi Kristi, sum sínum frelsara.
Hvussu mong av okkum hava elskað onnur so nógv, at vit hava felt tár fyri teirra skuld?
Brot úr talum hjá Billy Graham, tikið úr blaðnum “Decision” (umsett úr norskum).